- Flestu partrolarar eru til fiskiskap. Teir fáa mest av upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Og tá sagt verður soleiðis, er tað, sum tað “eigur” at vera - at upsafiskiskapurin er smáligur.
Soleiðis hevur verið sagt um upsaveiðina at kalla allan vetur og eisini, nú tað fer at vára, sum annars skuldi verið besta fiskitíð.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein kemur inn at landa mikudagin, og hesin hevur mest av toski, hýsu og upsa. Ein djúpvatnstrolari fiskar blálongu og stinglaks og kemur inn at landa í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og frysta fiskin umborð. At enda verður sagt um teir, sum liggja við bryggju, at teir helst fara útaftur ein av komandi døgunum.
- Fýra trolbátar eru júst byrjaðir túr norðanfyri. Teir fáa mest av toski og hýsu og koma væntandi inn at landa síðst í vikuni sum kemur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.