Flokksleiðslurnar sita enn og togast um løgmansessin Tað gongur striltið at fáa glið á málsøkjabýtið millum Fólkaflokkin, SAmbandsflokkin og Javnaðarflokkin.
Allir møguleikar verða vendir og snaraðir, uttan tó at nakað verður flutt. Eitt sum eisini hevur verið uppi og vent, er hvørt Almanna- og Heilsumálaráðið skal býtast sundur, staðfestir Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.
Tískil er heldur ikki greitt hvussu nógv aðalráð verða, og tískil eiheldur hvussu nógv málsøki eru at býta.
Teir, sum sita og samráðast eru fyriuttan formennirnar, Jacob Vestergaard, Johan Dahl og John Johannesen.
At talan er um úthaldni, umframt annað eisini, er eingin loyna, staðfestir Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.
Í løtuni tykist tað sum at partarnir sita og royna hvønn annan av um hvør vil geva seg fyrst, meðan hinir flokkslimirnir sita aðrastaðni og bíða eftir boðum, og tískil kann talan aftur íkvøld gerast um sera drúgvar samráðingar.
Tó er tað eisini so, at tá so onkur partur vikar seg eitt sindur, kunnu tingini henda sera skjótt.










