Gongur strilti at taka avgerð um Tinganes

Jógvan á Lakjuni hevur útsett at taka avgerð um Tinganes skal friðast út á 10 metrar, ella ikki

Økisfriðing

Tað gongur strilti hjá Jógvani á Lakjuni at taka avgerðina , antin Tinganes skal økisfriðast út á 10 metra dýpi ella ikki.
Tað hevur leingi verið sagt, at avgerðin skuldi takst fyrsta dagin, men enn er ongin avgerð tikin.
Og landsstýrismaðurin í mentamálum sigur nú við Sosialin, at avgerðin er útsett eitt sindur. Avgerðin verður sostatt ikki tikin heilt enn.
Hann sigur kortini, at tað verður ikki leingi til avgerðin verður tikin.
Jógvan á Lakjuni vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið. Hann sigur, at hann skal seta seg inn í ymisk viðurskifti, áðrenn hann tekur støðu, men hann vil ikki siga, hvørji viðurskifti tað eru, sum skulu kannast.
Hann vil ikki siga um tað er avgerðandi fyri um avgerðin fellur annan vegin ella hinvegin, hvørjir møguleikar annars verða fyri at herberga nýggja Smyrli í Havn
Men hann hevur áður sagt, at tað liggur í kortunum, at hann fer at taka undir við tilmælinum frá fornminnanevndini, sum er sakkønm á økinum, um at økisfriða Tinganesn.
Hann hevur umrøtt málið í Landsstýrinum og har er eisini yvirhøvur semja um at tað er rætt at økisfriða Tinganes sambært tilmælinum frá Forminnanevndini.
Hann segði eisini við Útvarpið í gjár, at hann ætlaði at taka málið fyri aftur á Landsstýrisfundi, áðrenn endaliga avgerðin verður tikin.