Gongur strúkandi hjá Vejle

Vejle hevur fingið góða byrjan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Í summar flutti Vejle úr Superliguni og niður í næstbestu deildina, men jútska felagið hevur sett beina kós ímóti superliguni aftur. Sunnudagin spældi Vejle fjórða dystin í 1. deild, og fyri fjórðu ferð vunnu teir – hesaferð 5-3 ímóti Hvidovre. Ein av spælarunum hjá Vejle er fyrrverandi NSÍ-spælarin Ulrik Balling, men hann spældi ikki við um vikuskiftið.