Ársfrágreiðing Almannaverksins fyri fyritíðarpensjónir árini 2009 til 2013 vísir, at viðgerðar tíðin av fyritíðarpensjónsmálum er stytt.
32 prosent av øllum málunum vóru avgreidd innan seks mánaðir í 2013. Hetta er duput so nógv sum í 2009, tá 15 prosent vóru viðgjørd innan seks mánaðir.
Størst parturin av málunum er avgreiddur innan eitt ár, nevniliga 60 til 76 prosent. Hetta er ein stór framgongd í mun til 2008, tá 20 prosent av málunum vóru avgreidd innan fyri eitt ár.
94 prosent av málunum um fyritíðarpensjón verða viðgjørd innan tvey ár.
- Í ársfrágreiðingin fyri 2006-2008 varð nevnt, at roknast má við, at viðgerðartíðin í flestu málum verður umleið 1-1½ ár, tí talan er um mál, har støða skal takast til, um arbeiðsførið er varandi skert. Tølini nú vísa, at viðgerðartíðin er stytt meira enn væntað, tí flestu mál, umleið 70 %, verða avgreidd innan eitt ár. Trupult kann verða at stytta viðgerðartíðina meira, tí í ávísum førum er sjúkuviðgerðin ikki liðug, tá søkt verður um fyritíðarpensjón.