Gongur skjótt í Hoydølum

STUDENTASKÚLIN Í HOYDØLUM: Í komandi viku verður nýggj lon sett upp sunnan fyri høvuðsbygningin hjá Studentaskúlanum í Hoydølum. Í lonini eru 10 skúlastovur, sum koma ístaðin fyri tær seks skúlastovurnar í gula bygninginum, ið eru mettar óegnaðar sum undirvísingarhøli, skrivar Landsverk. Hendan avgerðin varð tikin, eftir at Arbeiðseftirlitið kravdi at fáa inniumhvørvið í gula bygninginum kannað, og kanningin vísti, at umhvørvið als ikki er nøktandi. Harafturat skulu skúlastovurnar eisini brúkast til at nøkta tørvin hjá skúlanum, tí næmingatalið komandi skúlaár verður størri.

Skúlin í Hoydølum hevur javnan verið frammi í miðlunum í sambandi við vánaligt inniumhvørvi. Í hesi loysnini, sum er ein fyribilsloysn, til Skúladepilin í Marknagili verður bygdur, eru umvælingar gjørdar í høvuðsbygninginum og í Gamla Húsi, eitt nú at tetta bygningin, seta nýggja ventilatiónsskipan upp í flestu skúlastovunum, gera umvælingar í matstovuni og í køkinum umframt aðrar ábøtur. Takið á høvuðsbygninginum varð skift í fjør.

Seinnapartin mikudagin var landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, í Hoydølum og kunnaði seg um, hvussu arbeiðið við ábótunum gongur.

Ewald Kjølbro, leiðari á bygningadeildini á Landsverki, ið hevur prosjektleiðsluna, upplýsir, at uppsetingin av nýggju lonini ? hóast trongan tíðarkarm ? gongur skjótari enn væntað.

- Við hesum, sum nú er og verður gjørt, hava vit roynt at tryggjað okkum, at inniumhvørvið fer at batna munandi, sigur Ewald Kjøbro.

Í næstu viku verður farið undir at seta nýggju lonina upp.

Landsstýriskvinnan í mentamálum var nøgd við tað, hon sá í Hoydølum í gjár.

- Hetta er ein neyðloysn, men eg haldi, tað ber til at siga, at vit undir verandi umstøðum við hesum fáa ta best møguligu loysnina fyri bæði næmingar og lærarar. Perfektar umstøður fáa vit sjálvandi ikki, fyrr enn Skúladepilin í Marknagili stendur liðugur um nøkur ár, sigur Helena Dam á Neystabø við heimasíðuna hjá Landsverki.