Tað gongur nógv skjótari enn upprtunaliga ætlað at rinda lánini í teimum báðum undirsjóvartunlunum aftur.
Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfelagnum, sigur at tey hava goldið lánini aftur nógv skjótari enn tey av røttum skuldu verið afturgoldin, eftir sáttmálanum.
Hann sigur, at í summar verður tann seinasti parturin av láninum í Vágatunlinum goldin og tá er tunnilin útgoldin.
- Vit hava goldið 30 milliónir meiri í avdráttum, enn vit eiga at rinda
eftir lániskjalinum og tað førir so við sær, at seinasti avdrátturin verður
goldin nú í summar, sigur hann.
Eftir lániskjalinum skal seinasti avdrátturin í Vágatunlinum annars rindast í 2017.
Eisini lánið í Norðoyatunlinum verður afturgoldið nógv skjótari enn ætlað. Eftir lániskjalinum skal seinasti avdrátturin í Norðoyatunlinum verða goldin í 2021.
Men tunnilsfelagið hevur goldið 26 milliónir meiri í avdráttum enn
tað eigur at gera eftir lániskjalinum.
Og tað merkir, at sum tað nú sær
út, verður seinasti avdrátturin í Norðoyatunlinum goldin í 2019.
Men gongur tað væl, er als ikki óhugsandi enn lánið verður goldið enn skjótari aftur, leggur tunnilsstjórin afturat.
Hann sigur, at tað snýr seg um hjá at seta gjaldførið hjá tunlunum, har størsta avkastið er.
Og í løtuni kann felagið velja ímillum at hava gjaldførið í bankanum fyri lítla og ongarentu, ella at rinda lánið niður og spara alla lánsrentuna, sum er 4,5 prosent.
- Vit fara ikki í holt við at handla við partabrøvum tí tað er alt ov váði, leggur Uni Danielsen afturat.