Arbeiðið at byggja mentanarhús burturúr Saltsiloini á Drelnesi gongur framá.
Í desember í fjør var spakin settur í og arbeiðið at gera saltsiloina til altjóða mentanarhús byrjaði.
Í dag sæst sjónliga, at virksemi er, og at ætlanin er í gongd, og arbeiðsmenn, bilar og gravimaskinur síggjast kring siloina.
Alt verður gjørt av nýggjum, so at siga. Bert rovini standa nú eftir av siloini, so eitt sindur øðrvísi sær bygdamyndin út á Tvøroyri í hesum døgum.









