Gongur seint við javnstøðuni

Tað gongur rætta vegin men ov seint at fáa javnstøðu í nevndum og ráðum, sigur Javnstøðunevndin Javnstøðulógin sigur, at líka nógvar kvinnur gum menn skulu sita í øllum almennum nevndum, ráðum og líknandi, og tað er skylda hjá Javnstøðunevndini at fylgja gongdini við kynsbýtinum á hesum øki.

Nevndin gjørdi í fjør eina nýggja kanning av kynsbýtinum í almennum nevndum og ráðum. Á henda hátt ber til at fylgja gongdini á hesum øki frá 2000 til 2010. Tað gongur rætta vegin, men Javnstøðunevndin metir, at tað gongur ov seint.

Yvirlitið vísir, at í 2010 taldu mannfólk 62 prosent av teimum, ið vóru skikkað til sess í almennum nevndum og ráðum, meðan konufólk taldu 38 prosent.

Stórur munur er eisini á ráðunum. Fiskimálaráðið stendur í stað í 2010 í mun til 2000, og tølini frá Vinnumálaráðnum, sum eisini varðar av javnstøðumálum, eru ikki nøktandi.

Javnstøða er í teimum ráðum og nevndum, sum hoyra til Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið og Fíggjarmálaráðið, skrivar Javnstøðunevndin í ársfrágreiðing síni.