Tað var í landsdystinum móti Grikkalandi á heimavølli, at vinstri bakkurin, Gilli Sørensen, noyddist av vøllinum við skaða longu aftaná 10 minuttir av dystinum.
Gilli fekk eina kraftiga fibur spreinging, og hevur sitið uttanfyri við skaða líka síðani landsdystin móti Grikkalandi.
Nú gongur tó rætta vegin hjá Gilla. Í seinastu viku spældi Gilli ein hálvan tíma í dysti fyri eykaliðið hjá AaB, meðan hann í dag spældi 65 minuttir í 3-1 útisigrinum móti Randers FC.
Tríggir aðrir føroyskir leikarar spældu í gjár eisini dyst fyri eykaliðini, har teir dagliga spæla.
Ári Mohr Jónsson og Betuel Hansen byrjaðu báðir inni, tá Silkeborg á heimavølli spældi 1-1 javnleik móti Vejle.
Ári Mohr Jónsson var tó óheppin, og noyddist út við skaða longu aftaná 25 minuttir av dystinum.
Seinasti føroyingurin, ið var í eykaliðsdysti í gjár var Brandur Hendriksson Olsen, sum spældi allar 90 minuttirnar í grannauppgerðini móti Brøndby. Brandur og FCK taptu tíverri 2-0 tann dystin.










