Tað gongur heldur enn ikki misjavnt á hjá teimum føroysku flogbóltsleikarunum í donsku elitudeildini.
Um vikuskifti spældu kvinnurnar hjá Fortuna, sum Gudrid Nolsøe leikar við móti TV55, sum hevur Anniku Joensen og Alvildu Ólavsdóttir á liðnum.
Her gjørdu Gudrid og hinar Odensedámurnar skjótt av og vunnu dystin 2-0.
Við sigrinum liggur Fortuna á triðja plássi við átta stigum eins nógvum og HIK Ålborg. Frammanfyri tær liggur DHG við 12 stigum og Holte við 10 stigum.
Bárður tapti
enn einaferð
Hjá mansliðnum hjá Fortuna, sum hevur Bárð Mikkelsen á liðnum, gongur verri. Teir spældu móti Lyngby, og taptu teir enn einaferð.
Úrslitið hevur við sær, at Fortuna Odense nú liggur á næstaftasta plássinum við bara fýra stigum. Tó er eitt »lop« niður til botnliðið, sum er Roskilde, tí teir hava einki stig fingið enn.
Bárður Mikkelsen sigur, at teir hava verið ótrúliga óhepnir fleiri dystir higartil í ár.
? Vit spæla rímiliga væl, og eru rættiliga væl við í dystinum, men tá ein avgerð skal finnast eru vit ikki nóg neyvir, og tí endar tað við, at vit ferð eftir ferð draga tað styttra stráið, sigur hann.
Næsta vikuskifti skulu bæði liðini hjá Fortunu spæla móti Gentofte Volley, og hjá monnum kann hesin dysturin vera avgerandi fyri, um Fortuna kemur við í endaspæli ella ikki. Vit ynskja teimum góða eydnu.