Gongurólvur upp á pláss aftur

6-MANNAFØR KVINNUR: Á Norðoyastevnu vann spildurnýggi Gongurólvur tryggan sigur, og tí var tað eitt sindur óvæntað, tá ið Hvessingur vann so mikið tryggan sigur, sum tær í Sundalagnum megnaðu.

Tí var spenningurin stórur í dag, og frá startskotinum var eingin ivi. Gongurólvur leyp avstað, og hóast Hvessingur fleiri ferðir royndi, so megnaði hann ongantíð at taka Gongurólv aftur.

Í endaspurtinum var tað ikki frítt, at tað gjørdist spennandi, tí Hvessingur gekk væl, men tá ið teir fóru um málið, var munurin ein hálv bátslongd.

Jarnbardur datt beinanvegin burtur ímillum, og blái báturin var fleiri bátslongdir aftanfyri hinar, tá ið teir fóru um málið.

Gongdin higartil leggur upp til tætta kapping um FM heitið millum Gongurólv og Hvessing.

 

1 Gongurólvur 04:56.08

2 Hvessingur 04:57.16

3 Jarnbardur 05:10.21

 

Støðan

1 Gongurólvur 20

2 Hvessingur 19

3 Jarnbardur 15

4 Páll Fangi 4

5 Herningur 4