Gongurólvur rennur undan

Kvinnurnar hjá Havnar Róðrarfelag vístu enn eina ferð kvinnunum úr Klaksvík og av Glyvrum frá sær

6-MANNAFØR KVINNUR

 

Fyri fjórðu ferð av fýra møguligum vann Gongurólvur við kvinnumanning FM kappróður í ár, tá ið tað leygardagin varð kappast á Trongisvágsfirði. Harvið er Gongurólvur stórfavorittur at vinna FM, sum báturin hjá Havnar Róðrarfelag við kvinnumanning ikki hevur átt síðani 2003.

Merkisvert var tað eisini, at vinnaratíðin var framúr góð og so nógv tann besta, síðani fasti starturin varð tikin í nýtslu á Jóansøku á Trongisvágsfirði.

Fyri tíggju árum síðani vann Jarnbardur við 5.06.12. Inntil leygardagin var hetta besta vinnaratíðin hjá 6-mannaførum við kvinnum á Trongisvágsfirði. Hesa ferð var vinnaratíðin hjá Gongurólvi 4.49.02, og allir seks bátarnir komu á mál í betri tíð, enn vinnaratíðin hjá Jarnbardi var fyri tíggju árum síðani.

Hesa ferð vóru líkindini av teimum bestu – slætt og eitt lítil lot undan – men tó skal einki takast frá avrikinum hjá serliga Gongurólvi.

Kappingin var tó rættuliga tøtt. Sølmundur, Páll Fangi og eisini Jarnbardur vóru væl við, og tá ið bátarnir fóru um málið, var tað ikki leyst ímillum fýra teir fremstu.

Gongurólvuir var eina hálva bátslongd frammanfyri Páll Fanga,, sum var skutin frammanfyri Sølmund, ið aftur var tað mesta av einari bátslongd frammanfyri Jarnbard.