Gongurólvur aftur í rætta lagnum

Eftir fleiri ár í skugganum tykist nýggj og stinn manning at skula bjóða av í FM kappingini, sum teir í HR í fjør vunnu bronsu í

NOR?OYASTEVNA
6-MANNAFØR MENN

Í fjør vóru marginalirnir ikki við monnunum umborð á Gongurólvi. Í tveimum teimum fyrstu kappingunum vóru teir næstfremstir. Onkra ferðina kiksaði tað heilt hjá teimum, men tá ið alt var samantalt høvdu teir vunnið bronsukrónurnar.
Undan hesum kappingarárinum hevur í Havnar Róðrarfelag verið roknað við monnunum umborð á Gongurólvi. Tað hevur eisini verið tosað um, at ungu menninir, sum eru 18-24 ára gamlir, skuldu taka sær av Havnarbátinum. Hetta varð nevnt sum møguleiki, tá ið tað ikki vóru serlig útlit fyri, at tað skuldi eydnast at manna 10-mannafarið.
Men teir umborð á Gongurólvi eru framvegis har, sum tað hevur verið roknað við, at teir skulu gera nógv um seg, og í fyrstu royndini livdu teir avgjørt upp til tað, sum tað hevur verið roknað við, at teir skuldu gera.
FM vinnarin í fjør, Sundabáturin, var roknaður sum favorittur undan Norðoyastevnuni. Tað varð Sundabáturin, tí hann á bygdarstevnuni á Strondum vann ógvuliga sannførandi. Í Klaksvík var talan um stórt vónbrot hjá Sundabátinum, sum endaði á fjórða plássinum. Starturin hjá Sundabátinum var einki serligur, og hann kom seg ongantíð. Men munurin var ikki serliga stórur. Frá Stráluni á sætta plássinum og fram til Jarnbard, sum hevur heilt nýggja manning, og sum endaði næstfremst, var ein stór hálv bátslongd.
Men Gongurólvur var so nógv fremstur. Hann var út ímóti tveimum bátslongdum frammanfyri Jarnbard.
- Starturin hjá okkum var heilt góður. Jarnbardur lá eysturi undir Kósalandinum, og vit vóru mitt úti á. Stýrimaðurin segði heilt skjótt, at vit vóru fremstir, og tað gav sinniliga yvirskotið, sum er so týdningarmikið, og sum ber eyka orku við sær. Vit vóru ikki á Strondum, tí vit hildu, at tað var í so stutt undan FM kappingini. Sjálvandi fylgdu vit við, hvussu tað gekk á Strondum, og tí høvdu vit roknað við kapping frá Sundabátinum og Jarnbardi, sum var nummar tvey á Strondum.
Tað er Sigtór Lützen, sum greiðir frá. Hann er bátsformaður umborð á Gongurólvi. 6-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag við monnum hevur ikki vunnið FM síðani í 1996. Avrikið í Klaksvík kundi bent á, at tað fer at eydnast í ár, sum teir høvdu vónað fór at eydnast í fjør, men sum ikki gjørdist til meiri enn nær við og næstan.
Manningin er væl fyri. Teir eru fimm við aftur í ár, sum eisini vóru við í fjør. Umframt bátsformannin Sigtór Lützen eru teir Sigfríð á Plógv Hansen, Jóan Pauli Lamhauge, Bergur Lützen og Símun Petersen. Nýggju menninir eru Steingrím Mikkelsen, sum ongantíð hevur róð áður, og so róðursmaðurin Jón Holm. Hann hevur verið róðursmaður seinastu tíggju árini ella so.
Hóast tað í fjør ikki gekk heilt, sum teir høvdu vónað umborð á Gongurólvi, so hava fleiri teirra áður roynt at vinna FM. Í 2002 vóru tríggir teirra við Sílinum, sum vann FM.

Úrslit, 6-mannafør menn
1Gongurólvur07:24.03
2Jarnbardur07:29.04
3Sølmundur07:29.14
4Sundabáturin07:30.14
5Páll Fangi07:31.02
6Strálan07:31.17
7Víkingur07:34.06
8Lómur07:37.14
9Stjørnan07:41.22
10Hósvíkingur07:43.03
11Fuglfirðingur07:54.21
12Kollfriðingur07:54.23