Gongur illa hjá JFK í Grønlandi

Fyritøkurnar, sum JFK eigur í í Grønlandi, góvu í fjør samanlagt 40 mió. krónur í halli Tað gongur alt ánnað enn væl hjá teimum trimum feløgunum, sum JFK er høvuðseigari i í Grønlandi.

Ársroknskapurin í fjør vísir eittt samanlagt hall upp á 40 mió. krónur, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.

Fyritøkurnar fingið strikaðar 16 mió. krónur í skuld í fjør, men kortini var skuldin við ársenda 49,2 mió. krónur. Og tað sjálvt um meira peningur er settur í.

Tað eru bátarnir og flakavirkini, sum eru orsøkin til vánaliga úrslitið, ið kemur av, at toskaprísirnir hava verið so vánaligir.

Hóast vánaliga úrslitið, og at eginpeningurin er negativur, væntar leiðslan, at tað fer at ganga betur í ár, skrivar Sermitsiaq.