Gongur illa at skipa stjórn

Formaðurin í grikska vinstraflokkinum, Alexis Tsipras, mátti í gjárkvøldið gevast við royndini at skipa eina samgongustjírn, og uppgávan er í dag latin formanninum í sosialistaflokkinum Pasok, Evangelos Venizelos.

Alexis Tsipras ætlaði sær at skipa eina samgongu, sum skuldi vraka semjurnar, sum tann undanfarna stjórnin gjørdi við ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin, og sum binda grikkar til ógvusligar sparingar. Eitt nú royndi hann at fáa tann konservativa flokkin Nýtt Demokrati í eina nýggja samgongu, men formaðurin í tí flokkinum, Antonis Samaras, gav honun krakk. Samaras segði í gjár, at ætlanin hjá Alexis Tsipras hevði koyrt Grikkaland út í óføri.

Samaras var tann fyrsti, sum fekk uppgávuna at skipa stjórn, men gavst beinanvegin. Eygleiðarar í Athen vænta heldur ikki, at Venizelos fær nakað burtur úr sínari roynd.