Gongur framá við samráðingunum

Verkfallið hjá pedagogunum fer í dag inn í sína triðju viku. Samráðingar hava verið um vikuskiftið, og tað gongur framá, skilst á formanninum í Føroya Pedagogfelag

 

? Tað tykist sum báðir partar nú tosa sama tungumál, og vit hóma ein glott fyri framman, sigur Carita Bjørklund, formaður í Føroya Pedagogfelag, hvørs limir ikki hava verið til arbeiðis í tvær vikur.

Hon vónar, at verkfallið fær sín enda í hesi vikuni, men hon torir tó ikki at vænta hetta. Tá Sosialurin hevði hana í telefonini mánamorgunin, var tað nakað týðliga hjá henni at úttala seg um samráðingarnar, ið høvdu verið mánadagin, men nøkur úrslit vóru fingin í samráðingunum, ið hava verið um vikuskiftið.


Samdir um grundarlag

Partarnir eru komnir ásamt um útrokningargrundalagið undir lønartalvuni, ið higartil hevur ligið í buktini. Carita metir ikki, at lønartalvan er tann stóri knúturin longur. Lønartalvan við bæði tænastumonnum og pedagogum er at kalla liðug, men enn vantar nakað í.

Eftir er so at samráðast um restina av sáttmálanum. Her eru eitt nú dagrøktarleiðararnir ikki fingnir uppá pláss.

Carita Bjørklund leggur tó dent á, at tað enn var nakað tíðliga at gera nakra niðurstøðu, tí partarnir vóru mitt í samráðingunum.

Carita Bjørklund gjørdist fimmti ára gomul sunnudagin, og hon kundi ikki ynskt sær eina betri føðingardagsgávu enn eina semju. Kanska fær hon eina seinkaða føðingardagsgávu í hesi vikuni.