Gongur framá við leigusáttmálanum

- Vit eru í prinsippinum samdir um eina leiguavtalu av seks skipum og nøkrum virkjum, men enn er avtalan ikki vorðin virkin, tí nakrar treytir skulu uppfyllast, sigur Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri

FAROE SEAFOOD

Fríggjadagin, tá Skiftirættarfundur var um samtakið Faroe Seafood, kom fram, at ein leigusáttmáli lá klárur til undirskrivingar millum ein “aktør” í føroysku fiskivinnuni og trotabúgvið eftir Faroe Seafood.
Sáttmálin snýr seg um, at aktørurin vil leiga teir seks ísfiskatrolararnar í dóttirfelagnum Faroe Fish II, eins og aktørurin eisini ynskir at leiga nøkur av fiskavirkjunum í trotabúnum.

Nakrar treytir
Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri, sigur, at partarnir í prinsippinum eru samdir um leigusáttmálan, sum kortini ikki er vorðin virkin enn.
- Enn eru nakrar treytir, sum skulu uppfyllast, og eitt nú skulu ávís viðurskifti í sáttmálanum góðkennast av Fiskimálaráðnum. Flestu veðhavarar aftanfyri trotabúgvini hava eisini givið sítt viðmæli, men enn vantar onkur góðkenning.
Bústjórin sigur, at teir hava undirskrivað leiguavtaluna vegna trotabúgvini.
- Men vit hava treytað okkum, at nøkur viðurskifti koma upp á pláss, og tað er ikki óvanligt, at ein endalig avtala verður broytt samsvarandi hesum.
Eyðfinnur Jacobsen heldur, at tað gongur framá at koma undir land við eini avtalu, sum kann bera á mál.

Skip og virkir
Tey seks skipini, sum eru í Faroe Fish II, eru Stelkur, Bakur, Heykur, Falkur, Rókur og Lerkur. Hetta felag er farið á húsagang, og tað eru hesi skipini, sum nevndi aktørur vil leiga saman við nøkrum virkjum.
Eyðfinnur Jacobsen vil framvegis ikki siga, hvør aktørurin er, og bústjórin vil heldur ikki siga, hvussu nógv fiskavirkir talan er um, sum aktørurin hevur áhuga í at leiga.
- Men talan er um nøkur virkir, sigur bústjórin.