Tað gongur framá at byggja nýggja Virkis- og umlættingardepil í Sandoynni, ið skal veita betri karmar til børn og ung.
Nú mars mánaði er um at vera liðin skrivar Landsverk á heimasíðuni, at arbeiðið gongur væl og tíðarætlanin heldur.
- Umleið 50 prosent av prosjektbroyting av vesum eru útint. Sondulit er liðugt útlagt, og úthangini gjørd. Eisini er gólvhiti á vesunum gjørdur, meðan tríggir fjórðingar av gólvinum eru stoypt. Grøv og leiðingar eru lagdar, sum veita vatnið burtur. Næstu vikurnar verður farið undir at stoypa lendisdekkini liðug, eins og takrennur, tekja og innveggir verða gjørd, upplýsir Landsverk.
Ætlanin er at bygningurin skal rúma børnum og ungum við menningartarni, autismu, rørslutarni og sálarsjúku.
Tað er Almannaráðið, ið er byggiharri í verkætlanini, ið mett verður kostar 14,2 milliónir krónur. Landsverk er byggiharri, Kontrast hevur tikið sær av prosjekteringini, og SMJ og LBF eru undirráðgevar.