Ullavirkið í Vági fer nú at gera meiri burturúr at markaðarføra pløggini, sum eru virkað úr føroysku ullini.
M.a. fara tey at lata handil upp í Vági, har pløggini frá ullavirkinum skulu seljast.
Handilin verður í gomlu krambúðini á Gørðum, sum Ullavirkið hevur leigað til handil.
Árni Brattaberg á Ullavirkinum sigur, at ætlanin er at lata upp mikudagin 16. februar.
Gongur framá
Annars sigur hann, at tað gongur alsamt betri og betri at sleppa av við pløggini, sum eru virkað úr føroyskari ull, tó tað er spakiligt.
Ikki minst í Vági eru tað mong, sum hava fingið sær okkurt føroyskt plagg, men aðrastaðni í Føroyum gongur tað meiri strilti enn.
Tó sigur hann, at tað verður meiri og meiri flutt út. Eitt nú hava tey sent pløgg til Grønlands og til Danmarkar.
Men ikki minst er hann bjartskygdur um norska marknaðin, tí hann sigur, at tað er næstan ikki dagur, at ikki okkurt plaggið verður sent til Noregs, og tað vindur alsamt uppá seg. Men tað eru ikki so nógv føroyingar í Noregi, sum keypa.
? Tað eru tvørurímóti norðmenn, sum hava fingið eyguni upp fyri dygdini í føroysku ullini, sigur Árni Brattaberg.
Hann sigur, at talan er um fólk, sum eru nógv úti, sum eru farin at keypa frá Ullavirkinum.
Og Árni Brattaberg heldur, at framtíðin hjá Ullavirkinum liggur kanska líka nógv í útflutninginum, heldur enn í heimamarknaðinum.
Nýggjar vørur
Tað, at øll pløggini frá ullavirkinum eru úr ektaðari, føroyskari ull, ger, at litirnir eru ikki so nógvir, tí hvørki litevni, ella onnur evni eru koyrd í ullina. Fyribils hava tey fimm litir, hvítt, ljósagrátt, myrkagrátt, umframt ljósa- og myrkamorreytt.
Men nú fara tey eisini at gera skjórut pløgg. Eitt skjórut plagg er eitt fleirlitað plagg, har allir litirnir renna saman, so at ongin er sjónskur.
Í hesum førinum verður talan um tvílitað pløgg.
Umframt Fjallatroyggjurn, kot o.a., arbeiða tey eisini við at gera annað burturúr ullini, og okkurt nýtt er longu á veg. Eitt nú eru tey farin at gera taskur og buksur og tað riggar eisini avbera væl, sigur Árni Brattaberg.
Í løtuni eru tey fýra fólk á Ullavirkinum, umframt tey, sum seyma.









