EB/Streymur 3 bóltar
B71 2 bóltar
Tað gongur ongan veg hjá sandoyingum. Í gjár taptu B71 fyri áttandu ferð í ársins útgávu av Formuladeildini, tá teir vitjaðu í Streymnesi. Ikki tí, tað var einki væntað av gestunum á útivølli móti nýkosnu steypavinnarunum. Men tað hevur ikki eydnans sandoyingunum at fingið fleiri enn eitt stig í seinastu sjey dystunum. Í fleiri av dystunum hevur munurin verið lítil, men talan kann ikki verða um óhepni hvørjaferð.
Smalur hópur
B71 stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í farna kappingarár. Fótbóltsáhugaðu spáddu, at sandoyingarnir ikki fingu fleiri enn 10 stig, men tá avtornaði lógu teir oman fyri niðurflytingarstrikuna. Útlendingarnir í felagnum stóðu seg sera væl, har serliga Clayton Soares loysti uppgávuna sum framherji til fulnar. 11 ferðir var hann skrásettur sum málskjútti.
Brasiliumaðurin hevur tó ikki funnið sama máltevið í ár. Ymsar dystir hevur hann verið noyddur at røkja aðrar uppgávur. Men verður hugt at máltindinum, so hevur Soares bara skotið tvey mál í ársins útgávu av Formuladeildini. Eisini er Símin Hansen nú at síggja á høgra vongverjanum.
Eli Hentze, venjari, hevur ikki serliga nógv fólk at taka av á Sandoynni. Millum annað vóru Fabio Vieira og Rasmus Nielsen ikki við í hópinum í Streymnesi í gjár. Fleiri av yngru leikarunum hava gjørt vart við seg seinasta árið, men tað eru eisini nakrir, ið ikki standa seg í Formuladeildini. Men øðrvísi kann tað ikki verða.
Málini
EB/Streymur var væl meira á bóltinum í gjár, men tað var eisini mest sum tað. Fyrstu 80 minuttirnar av dystinum hevði heimaliðið tvær veruligar royndir á málið hjá gestunum, og tvær ferðir noyddist Símun Rógvi Hansen í málið eftir bóltinum. Bárður Olsen legði sundalagsmenn á odda við framúr langskoti, sum eisini var tað einasta áskoðararnir við Margáir kundu frøast um í fyrra umfarinum.
Levi Hanssen økti um leiðsluna miðskeiðis í seinna hálvleiki. Sorin Anghel fekk ríkiligt av plássi í brotsteiginum, og tá sandoyingar bíðaðu við at taka bóltin av honum, sendi rumenin móti málinum. Málverjin hálvbjargaði skotroyndini. Levi Hanssen fekk eftir stríð við mótstøðuleikarar skumpa bóltin seinasta pettið um málstrikuni. Málið bleiv tó skrásett sum sjálvmál.
Tvær ferðir Balok
Tað hevur framvegis ikki eydnast Marcel Balok at koma á máltalvuna í Formuladeildini. Í gjár hevði hann tveir gyltar møguleikar, men eydnan var ikki við framherjanum. Fyrst royndi hann seg úr ellivu metrum, men skotið var lítið sannførandi. Símun Rógvi Hansen tveitti seg til vinstru og hevði bóltin í føvninginum. Sekundvísarin var ikki meira enn komin einu ferðina runt, áðrenn Clayton Soares hevði minkað um munin. Hetta var eftir upplegg frá Símini Hansen úr vinstru.
Balog hugsaði helst sítt hesa løtuna, men tíðin var ov knøpp til, at B71 kundi hótta leiðsluna hjá heimaliðnum av álvara.
Balog hevði aftur møguleikan stutt áðrenn dystarlok, men staddur fáar metrar frá málinum, sendi hann framvið, hóast málverjin var farin úr málinum.
Lítið sannførandi avrik av EB/Streymi, men teir fingu tvey mál, og tað varð nógmikið. Á áskoðaraplássunum snúði prátið seg mest um leygardagin, meðan tey ongantíð av álvara blivu bitin av dystinum. Fólk høvdu eisini á munni, hvør nú skal steðga sundalagsmonnum, tá ein vissur Peter Foldgast kemur til landið...