Gongur eftir flutningsbandi

Tað gongur væl hjá eggvirkinum á Velbastað. Úrtøkan liggur umleið tey 90 prosentini

Velbastað:Hønurnar í nýggja høsnarhúsinum á Velbastað tykjast væl fyri og verpa dúgliga. Eingin trupulleiki er at selja eggini, sigur eigarin, Anfinn Brekkstein á Velbastað.

Tað gongur bókstaviliga eftir flutningsbandi hjá nýggja eggvirkinum á Velbastað. Tað koma umleið 2.700-2.800 egg dagliga glíðandi eftir bandinum út í pakkirúmið, har Anfinn Brekkstein sjálvur annar stendur og tekur í móti og pakkar. Tað vil siga, at seinnapartarnar plagar hann tó at vera einsamallur, tí tá koma so fá egg. Tað liggur vanliga umleið tey hálvtannaðhundrað, sigur Anfinn Brekkstein. Hønunum dámar best at verpa um morgunin. Tað er bara onkur hendinga høna, sum hevur eitt sindur ilt við at koma »undan fjaðrunum« á morgni, ið verpur seinnapartin.

Tað ganga gott 3.000 hønur í húsinum, so úrtøkan er rættiliga góð. Fyrsta eggið varð vorðið 16. juni, sigur Anfinn Brekkstein.

Tað er eingin trupulleiki at sleppa av við eggini. Tey verða seld í Miklagarði og Keypssamtøkuni. Bæði í Havn og í bygdahandlunum hjá hesum fyritøkum. Eisini onkur annar minni handil í Havn selur føroysku eggini. Men eftirspurningurin er í løtuni meira, enn virkið klárar, sigur Anfinn Brekkstein.

Um prísin sigur hann, at hann er soleiðis, at tað melur runt.

Støddin er eisini við at vera í lagi, sigur Anfinn Brekkstein. Í byrjanini vóru tey eitt sindur smá, men nú liggur støddin frá medium og uppeftir, sigur hann.

Høsnarhúsið á Velbastað er eitt nýmótans hús, har hønurnar ganga leysar. Tær hava reiður eftir miðum gólvinum, har tær fara inn at verpa. Sjálvar síggja tær ongantíð eggið, tí tað rullar niður á flutningsbandið, sum síðan flytir tað út í pakkirúmið.

Eini tíggju prosent fara tó á gólvið, sigur Anfinn Brekkstein. Tey eggini verða hentað upp og koma soleiðis til sættis.

Hønurnar verpa vanliga tíðliga á morgni, og bandið verður sett í gongd umleið klokkan hálvum átta. Síðan koyrir tað til umleið klokkan níggju. Tá eru eggini pakkað.

Men høna skal eisini hava nátt og dag, og hóast tær ganga leysar, eru tær tó inni. So neyðugt er við at regulera ljósið, sigur Anfinn Brekkstein.

Hann sigur tó, at hann hevur ætlanir um at lata hønurnar sleppa at ganga úti oman fyri húsið. Enn er einki avgjørt í so máta, men tað er møguleiki fyri tí, sigur Anfinn Brekkstein.