Gongur eftir ætlan

Gongur væl at byggja nýggja Zarepta

Arbeiðið við at seta nýggju bygningarnar upp við Zarepta í Vatnsoyrum gongur eftir ætlan.


Menn eru komnir frá donsku fyritøkuni, sum hevur framleitt elementini, at reisa bygningarnar og at inniloka teir.


Spælihøllin er sett upp eins og hæddin við toilettum og brúsurumum.

 

Oman á spælihøllina verður ein hædd aftrat við gentukømrum eins og tvær hæddir oman á tað sum er sett upp við brúsurúmum.

 

Eisini verður ein stór svimjihøll sett upp.

 

- Eftir ætlan verður hetta arbeiðið liðugt í hesum mánaðinum, verður sagt á Zarepta í Vatnsoyrum.