Tað gongur betur í Danmark, enn búsksparfrøðingar og onnur høvdu væntað. Fyritøkur hava meiri at gera, enn roknað varð við, og tað ger, at arbeiðsloysið verður ikki so stórt sum væntað. Tað er niðurstøðan í einari nýggjari frágreiðing hjá danska Tjóðbankanum, sum er almannakunngjørd í dag.
Tjóðbankin sigur, at danska bruttotjóðarframleiðslan fer at veksa 1,6 prosent í ár. Fyri nøkrum mánaðum síðani metti bankin, at vøksturin fór at verða 1,3 prosent. Hinvegin heldur Tjóðbankin fast um ta upprunaligu metingina fyri 2011, sum er 1,7 prosent.
Batin ber í sær, at arbeiðsloysið í Danmark fer ikki at veksa so nógv sum upprunaliga mett. Fyrr hevur Tjóðbankin mett, at talið á arbeiðsleysum dønum verður 133.000 í ár og 149.000 næsta ár, men í teirri nýggju frágreiðingini eru tølini ávikavist 116.000 og 120.000.
Tjóðbankin sigur at enda, at tann privata nýtslan í Danmark verður størri í ár enn mett. Upprunaliga metti bankin, at nýtslan fór at veksa 1,7 prosent í ár, men nú sigur hann, at vøksturin verður 2,4 prosent.