Gongur betri at halda skil á landsstýrisfólkum

Í 2008 brúktu landsstýrisfólk 158 milliónir ov nógv, men í fjør var meirnýtslan tódnað niður í 20 milliónir, men andstøðan er ikki hugtikin av gongdini

Tað gongur væl betri nú at halda skil á peninganýtsluni hjá landsstýrisfólkunum, enn tað hevur gjørt undanfarin ár.
Tað staðfesti Jóannes Eidesgaard, landssýrismaðurin í fíggjarmálum, í Løgtinginum týsdagin.
Hann vísti á, at í 2008 brúktu tey ymsu landsstýrisfólkini 158 milliónir krónur meir enn játtanin var, sum tey høvdu fingið á fíggjarlógini.
Men í fjør var óheimilaða meirnýtslan komið niður á 20 milliónir.
Tað vísir ein fyribils uppgerð hjá fíggjarmálaráðnum yvir støðuna fyri í fjør.
Hann legði afturat, at verður hugt eftir meirnýtsluni í fjør, er tað barsilsskipanin, sum er tann størsti syndarin, tí har er meirnýtslan 4,4 milliónir krónur.
Annars eru tað ávísir stovnar, sum altíð standa fyri skotum fyri at hava brúkt meiri enn teir hava fingið játtað og ein av teimum er Landssjúkrahúsið.
Men Jóannes Eidesgaard upplýsti, at á Landssjúkrahúsinum lupu 20.000 krónur av í fjør.
Hinvegin varð játtanin til fyritíðarpensjón yvirtrekt við 9,4 milliónum í 2008, men í fjør var meirnýtslan ein millión.
Sama gongdin var í játtanini til fólkapensjón, sum var yvirtrekt við seks milliónum í 2008, men har meirnýtslan var komin niður á 977.000 krónur í fjør.
Annars hevur játtanin til vanliga forsorg og játtanin til rentustuðul onga meirnýtslu í fjør, har meirnýtslan var ávikavist 14 millónir og 11,5 millónir í 2008.
Játtanin til serviðgerð uttanlands plagar aldrin at halda og í 2009 var meirnýtslan har ikki meiri enn 3,6 milliónir.
Hann vísti á, at við í hesum tølunum eru eisini játtaninar, sum eru lætnar á eykajáttanum, men hann helt eisini, at tølini vístu avgjørt, at tað gekk rætta vegin
Men hetta eru alt lógarbundnar útreiðslur, sum landskassin ikki sleppur undan at gjalda.

Kosta næstan 400 milliónir
Men ikki øll eru líka hugtikin av hesi gongdini sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er.
Heini O. Heinesen staðfesti, at orsøkin til, at meirnýtslan er fallin so nógv, er rætt og slætt at tað eru ongir pengar at hava nakra meirnýtslu við.
Høgni Hoydal í Tjóðveldinum vísti á, at einasta orsøk til, at meirnýtslan varð minkað, var, at andstøðan hevði lagt hart trýst á samgonguna og at fjølmiðlar høvdu fylgt við málinum og tað endaði við, at tann eisini landstsýrismaðurin, Hans Pauli Strøm, mátti enntá leggja frá sær.
Formaðurin í Tjóðveldi staðfesti, at hevði fíggjarstýringin verið líka vánalig í øðrum norðurlondum, sum hon hevur verið í Føroyum, hevði tað langt síðani fingið avleiðingar fyri ráharrarnar og stjórnarleiðaran, sum skal hava eftirlit við ráðharrunum.
Hann vísti á, at síðani 2004, hevur ólóglig meirnýtsla hjá landsstýrinum kosta landskassanum næstan 400 milliónir og tað er bara tí at onki eftirlit er og tað er størsta orsøkin til hallið á fíggjarlógini.