Helsingborgs IF, har føroyski Brandur Hendriksson spælir, hevur fingið eina marrubyrjan upp á kappingarárið í bestu svensku deildini, Allsvenskan.
Eftir fimm teir fyrstu dystirnar hevur liðið bara fingið eitt stig til høldar, men tað, sum er meiri merkisvert, er, at Helsingborgs IF ikki hevur skotið eitt einasta mál enn.
Hetta eydnaðist heldur ikki í kvøld, tá ið Helsingborgs IF hevði vitjan av uppflytarunum úr Mjällby AIF. Gestirnir vunnu dystin 1-0, og málturkurin hjá Helsingborgs IF heldur harvið fram.
Brandur Hendriksson var við frá byrjan í kvøld, men varð saman við tveimum øðrum útskiftur í hálvleikssteðginum.
Trýstið á navnframa Helsingborgs-venjaran, Olof Melleberg, hevur hug at vaksa. Liðið er greitt aftast við bara einum stigi eftir fyrstu fimm dystirnar.
Næsti dystur hjá Helsingborgs IF verður mánakvøldið á útivølli ímóti Djurgården.