Samstarvsavtala er gjørd millum føroyska felagið, sum eigur »Borðoyarnes«, og grønlendska felagið Ikkamiut Seafood, har føroyska felagið m.a. leigar krabbabátin til grønlendingar og reiðar hann út.
Nýggj krabbaverksmiðja er sett umborð á »Borðoyarnes« og sambært reiðarínum sum eigur »Borðoyarnes«, hevur riggað væl higartil hjá krabbabátinum sum er tann fyrsti rættiligi føroyski krabbabáturin.
Í løtuni liggur »Borðoyarnes« millum Nuuk og Sukurtoppin og innhandlar krabba, og sambært reiðarínum er prísurin á krabba góður.
25 mans eru við »Borðoyarnesi«.
»Artic Star«
Í morgin kemur grønlendski krabbabáturin »Artic Star« á Fuglafjørð á veg yvur til Grønlands. »Artic Star« er umbygdur til krabbabát í Noregi. Felagið Artic Wolf eigur báðar krabbabátarnar »Artic Star« og »Artic Wolf«.
Krabbabáturin »Artic Wolf« fiskaði fyri 100 mió. krónur í fjør, og áhugin fyri krabbaveiðuni í Grønlandi er rættiliga stórur í løtuni.