? Vit biðja ikki um nakra samanlegging.
? Men skal tað leggjast saman, góðtaka vit ikki undir nøkrum umstøðum, at øll Suðuroyggin verður ein kommuna.
Á fundinum sum Suðuroyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldið í Suðuroynni skipaðu fyri leygardagin um framtíðar kommunubygnaðin, endurtók Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági tað støðu, sum Vágs Býráð hevur til spurningin um at leggja kommunur saman:
? Vágs Býrað góðtekur undir ongum umstøðum, at øll Suðuroyggin verður ein kommuna.
Hann segði, at tað eymasta málið í øllum spurninginum um kommunubygnaðin var málið um samanlegging.
? Vit biðja ikki um nakra samanlegging.
? Men skal tað leggjast saman, góðtaka vit bara, at Sumba, Vágur, Porkeri og Hov, verða ein kommuna og at Tvøroyri, Fámjin og Hvalba síðani verða ein kommuna.
? Verður tað ikki so, er Vágs Býráð ímóti at leggja saman, segði Jógvan Krosslá.
Hann segði, at hann kundi góðtaka níggju kommunur í Føroyum, men ikki sjey.
Hann helt eisini, at tað var løgið, at kommununevndin hevði skrivað í álitinum, at verður sjálvboðin samanlegging, so kundu tað verða níggju kommunur, men skuldi tað gerast við lóg, so blivu tað sjey.
Hann vísti eisini á, at kommununevndin mælti til, at kommunurnar skuldu verða minst 2.000 fólk.
Størri ábyrgd
Jógvan Krosslá, at niðurstøðan hjá kommununevndini er bygt á, at Føroyar verða skipaðar í nakrar fáar, stórar eindir.
? Ætlanin er so, at uppgávubýtið ímillum land og kommunur skal broytast so at kommunurnar fáa fleiri málsøki at umsita.
?Sostatt verður eisini størri ábyrgd løgd á kommunustýrislimirnar, segði hann.
Hann vísti á, at kommununevndin hevði gjørt eina raðfesting yvir mál, sum eiga at verða løgd út til kommunurnar at umsita.
? Tey eru fíggjarskipan, barnaøkið, herundir barnaforsorg og fólkaskúlin, eldraøkið, t.d. ellis- og røktarheim og heimarøktin, Almannaøkið, herundir forsorg og møguliga eftirløn, umframt heilsuøkið.
Jógvan Krosslá helt, at hvat barnaansing viðvíkur átti ikki at verið nakrar trupulleiki at lagt út til kommunurnar.
Men hann helt at skúlin og forsorgin vóru so stór mál, at tey átu at koma so við og við.
Hann helt, at hvat hinum málsøkjunum viðvíkti, eldraøkinum, og almannaøkinum skuldi havast í huga, at talan var um at umsita okkara egna fólk.
?Og sjálvsagt skulu vit sjálvi umsita okkara fólk, segði hann.
Hann dugdi ikki at síggja nakra sum helst orsøk til, at onnur skuldi umsita hesi mál fyri kommunurnar.
? Sum er, verður nógv goldið fyri at umsita okkara borgarar, men tað fellur alt niður í Havnini, bæði í lønum, í íløgum og í rakstri.
Gongdin ræðulig
Annars segði býráðsformaðurin í Vági, at hann tók undir við, at kommunurnar fáa fleiri málsøki at umsita.
Hann segði, at gongdin í fólkatalinum er ræðulig, at tða var neyðugt, skuldi oyggin yvirliva
?Í fjør minkaði fólkatalið í Suðuroy 32 fólk.
1. januar 1998 búðu 5.044 fólk í Suðuroy.
Men 31. desember vóru suðuroyingarnir bara 5.012 í tali.