Gongdin hjá partrolarum broytist lítið

Partrolarar hava havt nøkur vánalig ár. Serliga illa royndist árið 2007 við niðurskrivingum upp á veiðiloyvi og skip á 73,5 miljónir krónur. Árið 2009 royndist betri enn 2008. Hetta kemst eitt nú av, at veiðinøgdin øktist í 2009

Grannskoðarafyritøkan Nota vísir á, at árið 2010 eisini royndist illa hjá partrolaraflotanum.
- Í 2011 er tó staðfest ein stór framgongd í tí, sum rópt verður ebidta. Tó er hetta ikki nóg mikið til at venda gongdini - frá at geva hall til at geva avlop.
Nota sigur, at støðug hall hjá partrolaraflotanum í mong ár hevur tart upp á fíggjarstøðuna, sum soleiðis er versnað seinnu árini - og ikki er nøktandi við árslok 2011.
- Veiðinøgdin fyrstu tíggju mánaðirnar í ár er á sama støði sum í 2011, og sama ger seg galdandi fyri miðalprísin.
Lagt verður aftrat, at miðalprísurin tó øktist fyrstu átta mánaðirnar í 2011 í mun til sama tíðarskeið í 2010.
- Nøkur pør hava fiskað makrel í 2011 og í 2012 og hevur hesin fiskiskapur givið eitt avmarkað eyka íkast til raksturin. Oljuprísurin er aftur hækkaður í 2012.
Nota sigur, at samanumtikið verður ikki roknað við nakrari framgongd fyri partrolaraflota í ár, men við einum úrsliti, sum er á nøkulunda sama støði sum í 2011.