Gongdin hevur verið á einari leið

- Samlaðu nøgdirnar higartil í ár eru nøkulunda á sama støði sum í fjør, sigur virkisleiðarin á Varðanum Pelagic, Ólavur Bjarkhamar.

Varðin Pelagic á Tvøroyri, sum byrjaði sítt virksemi á heysti í 2012, hevur higartil í ár keypt umleið 67.000 tons av uppsjóvarfiski, harav ein góður helmingur av nøgdini er makrelur. Restin er sild, svartkjaftur og lodna.

 

Ólavur Bjarkhamar, virkisleiðari, sigur, at samlaðu nøgdirnar higartil í ár eru nøkulunda á sama støði sum í fjør.

 

Hann vísir á, at enn er hetta árið ikki endaliga gjørt upp, men hann heldur, at gongdin hevur verið á einari leið. Og tó; alt kann gerast betri.

 

- Vit royna alla tíðina at finna betri gjaldandi marknaðir enn russiska marknaðin, har nógv tann størsti parturin er farin í ár.

 

Ólavur Bjarkhamar ásannar tó, at russiski marknaðurin hevur verið kærkomin, tá nøgdirnar, sum uppsjóvarvirkini framleiða og selja, eru stórar.

 

Høvuðsfiskasløgini eru makrelur og sild, men øll árini, síðan Varðin Pelagic byrjaði sítt virksemi, hevur virkið keypt lodnu, sum føroysk skip eru sloppin at fiska í íslendskum sjógvi í januar og februar.

 

- Í fjør keyptu vit 7.000 tons av lodnu, og í ár var talið 5.000 tons. Lodnukvotan í Íslandi er skiftandi, men vit vóna, at tað aftur í ár fer at eydnast at fáa fatur í nøkrum túsund tonsum av lodnu.

 

Ólavur Bjarkhamar sigur, at eini 30-40 prosent av lodnuni, sum Varðin Pelagic keypti í januar og februar mánaði í ár, fór til Japans - og restin fór til Ruslands.

 

- Øll lodnan varð útflutt til matna, leggur virkisleiðarin á Varðanum Pelagic aftrat.