Gongdin er út av eggini

Tað var ein álvarsamur línuskipareiðari, Jóhannus M. Olsen, sum Portalurin hevði í telefonini í kvøld, nú prísurin á tí fiski, sum línuskipini fiska, er í botni, tí so nógvur feskur norskur toskur floymir inn á bretska marknaðin, har hann verður seldur fyri metlágan prís.

Hetta trýstir bæði føroyska toska-, hýsu,- brosmu-og longuprísin - fyri ikki at siga aðrar feskfiskaprísir í Føroyum við.

- Vit, sum eiga og reka skip, mugu spyrja okkum sjálvar, hvat vit skulu gera. Allur fiskur, sum verður seldur av landinum, skal um uppboðssølu í Føroyum fyrst, og tað leggur í sær sjálvum longu forðingar í vegin til at royna nýggjar møguleikar.

Jóhannus M. Olsen heldur, at føroyingar noyðast at hyggja heilt aðrar vegir fyri at finna aðrar marknaðir fyri okkara fiski og fiskavørum.

- Kanska skulu vit leita heilt til Brasiliu, Afrika ella Asia - fyri at finna okkum nýggjar marknaðir. Soleiðis, sum bretski marknaður háttar sær í løtuni, nú bíligur norskur toskur gloymir á marknaðin, kunnu vit ikki leggja alla okkara lagnu í henda marknað.

Línuskipareiðarin sigur, at soleiðis, sum gongdin er í løtuni, gongur tað slett ikki.

- Verandi gongd er beint út av eggini, og tí noyðast vit - um vit vilja tað ella ikki - leita okkum nýggjar marknaðir, sigur Jóhannus M. Olsen, reiðari.