Gongdin er blivin skeiv

- Í løtuni velja fólk at seta búgv aðrastaðni enn í Tórshavnar Kommunu, og tað er ein skeiv gongd, sigur Sjúrður Olsen, býráðslimur.

- Sum støðan er, fara fólk í rekkjuhús og íbúðir av tí einastu orsøk, at tey kenna seg ikki hava aðrar møguleikar. Og tað er ikki nóg gott.

 

 

Soleiðis sigur Sjúrður Olsen, býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Fólkaflokkin.

 

 

Hann vísir á, at tað er av alstórum týdningi, at kommunan bjóðar borgarunum bíligari grundstykki.

 

 

- Vit hava ein stóran trupulleika við at eingi grundstykki eru í býnum. Um hugt verður at býlingum við Norskála og Sandavági, so er meginparturin havnafólk, ið byggja har. Tað gera tey, tí vit ikki hava stykkini her í býnum, sigur Sjúrður Olsen og heldur fram:

 

Les eisini: Seta ferð á arbeiðið at útvega grundstykki í Havn 

 

- Gongdin er blivin skeiv, og vit mugu fáa bíligari grundstykkir til vega sum skjótast, sigur Sjúrður Olsen.

 

 

- Um tú sjálvur ynskir at byggja, so skalt tú av við yvir eina millión fyri at keypa grundstykki, og tað eru tey fæstu, ið hava ráð til tað, staðfestir býráðslimurin.

 

 

Hoyr alla samrøðuna við Sjúrð Olsen við at trýst á pílin undir myndini.