Upptakt
Tað er einki at siga til, um tey bæði í B36 og Skála iðra seg eitt sindur um, hvussu gongdin hevur verið higartil hetta kappingarárið.
Hjá árstalsfelagnum vórðu øll segl sett til undan árinum, soleiðis at styrkin á besta mansliðnum skuldi vera størri enn hjá nøkrum av mótstøðuliðunum. Á pappírinum hevur fólkið eisini verið framúr, men á stigatalvuni, har úrtøkan verður uppgjørd, hevur ikki vignast eins væl. Serliga byrjanin var ring, men eftir útisigur á júst Skála gekk tó slag í slag, og undan steðginum hevði liðið vunnið seg á toppin.
Síðani er tó aftur gingið skeiva vegin. Tvey tap á rað hava viðført, at fjarstøðan upp til HB nú er fimm stig, og tí eru ikki ráð til tey allar minstu mistøkini, um bara vónin um oddasessin skal liva.
Og hjá havnarliðnum tykist tað vera so, at allir mans eru tøkir til dystin sunnudagin. Jákup á Borg hevur verið burturstaddur í vikuni, men hann skuldi koma heim leygardagin. John Petersen og Pól Thorsteinsson fullførdu ikki landsdystin móti Íslandi, men teir eru ivaleyst tøkir, og tað sama tykist Heini í Skorini vera, eftir at hann hevur sitið uttanfyri við skaða størsta partin av árinum.
Hjá Skála nyttar tó lítið at hugsa um, hvussu mótstøðuliðið hevur tað, tí her eru stig vorðin lívsneyðug. Bert ein sigur í tólv dystum er langt ífrá nóg mikið til at tryggja sessin í deildini, og tí má í minsta lagi ein eins góður endaspurtur sum í fjør til, um liðið eisini skal vera í ovasta loftalagnum komandi kappingarár.
Til dystin hesaferð hevur Skála fingið Alexander Juevic og Julian Florescu viðaftur, eftir at teir vóru leikbannaðir seinast, men hinvegin er Bogi Gregersen hesa ferð uttanfyri, tí hann hevur fingið ov nógv gul kort á kontina. Yvirhøvur hava leikbann verið ein stórur trupulleiki hjá Skála hetta árið, tá týðandi leikarar mest sum hvørja ferð hava sitið uttanfyri.
Alt tað eru tó ikki ráð at hugsa um sunnudagin. Stig skulu á kontina, og fyrsta kravið fyri hesum er, at álopsspælið nú gerst munandi meira effektivt, enn tað hevur verið størsta partin av árinum.