Nú tykist enn einaferð, sum gongd er við at koma á pensiónsmálið.
Pensiónsmálið er eitt hitt størsta politiska málið yvirhøvur, og stór
misnøgd hevur verið millum manna um, at als einki er hent í hesum máli í
langa tíð. Fólkapensiónin, sum kom í 1959 var størsta sosialpolitiska
frambrot í Føroya søgu. Farið varð burtur frá mannminkandi ellisrentuni og
til eina skipan, har fólkapensjon var ein mannarættur. Sum árini eru farin
er fólkapensjónin tó vorðin innanholað, og fáur man í dag kunna liva eitt
sømiligt lív bert við hesi pensión, hóast Samhaldsfasti gevur eitt
ískoyti.
Pensiónsmálið hevur leingi verið politisk kastibløka. Orsøkirnar tykjast
vera tann stútt vaksandi skarin av eldri borgarum, sum fara at tyngja
landskassan alt meira, um ikki onkur hyggjuráðini verða funnin. Tað er
longu fleiri ár síðan, at breið politisk semja tóktist vera um, at ein
framtíðar pensiónsskipan skuldi standa á trimum beinum: ein alment
fíggjaður partur, ein arbeiðsmarknaðarfíggjaður partur og ein persónlig
uppsparing.
Nú er so langt um leingi tíbetur komin á málið, og skitsa til skipan er
løgd fyri almenningin. Myndilin tykist vera á leið hin sami, sum tosað
hevur verið um nú í mong ár. Fólkapensjónin skal saman við Samhaldsfasta
framvegis vera álitið í nýggjari pensjónsskipan. Høvuðsendamálið við eini
nýggjari pensjónsskipan er at fyribyrgja fátækdømi millum pensjonistar.
Pensjónistar, sum ikki hava egna uppsparing, skulu verða tryggjaðir eina
fólkapensjón, sum saman við samhaldsfasta er at liva av. Mælt verður
sostatt til eina skipan í trimum pørtum. Nýggja pensjónsskipanin skal
tryggja, at ráð eru til, at øll kunnu fáa eina pensjón. Fyrsti parturin er
fólkapensjónin, sum skal verða skattafíggjað, annar parturin er
uppsparingin, sum antin er persónlig ella arbeiðsgevarafíggjað. Triði
parturin er ein persónlig uppsparing, sum hvør einstakur kann leggja til
rættis.
Mælt verður til at broyta verandi skipan soleiðis, at grundarupphædd og
viðbót verða lagdar saman til eina fólkapensjón, har samstundis skal bera
til at mótrokna aðra inntøku í allari fólkapensjónini. Soleiðis fara
múgvandi pensjónistar at fáa minni í fólkapensjón. Hetta fer ivaleyst at
elva til andstøðu, men ásannast má, at hetta ikki er annað enn rætt og
rímuligt. Útgjaldið úr Samhaldsfasta skal ikki broytast, og verður veitt
øllum pensjónistum. Hetta er eisini skilagott, men her manglar eitt
ítøkiligt boð uppá ein arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum veruliga livir
upp til sítt upprunaliga endamál. Veðrur ikki gjørt nakað munagott, er og
verður Samhaldsfasti ein viðfáningur, og tað er spell tí sjálvt
hugsjónarliga støðið undir Samhaldsfasta er sera gott og eindømi um okkara
leiðir. Uppskotið fevnir um onnur meira praktisk og ítøkilig viðurskifti,
sum vendast kann aftur til. Samantikið kann uttan víðari ásannast, at
uppskotið kemur til almenna umrøðu í tøkum tíma, og bert tíðin vil vísa,
hvørt her verður egg ella ungi.