Gongd komin á innibygningin í Marghøllini

Gongd er komin á at gera innibygningin í Marghøllini í Vági, har skiftirúm og annað verða.

Nú er gongd komin á at gera innibygningin í Marghøllini í Vági, har m.a. skiftirúm og annað verða.

 

 

Hetta skrivar Suðurrás í kvøld.

 


Innibygningurin verður í tveimum hæddum. Fýra skiftirúm, goymslurúm, teknikkrúm, vaskirúm og wc’ir verða á 1. hædd.

 

 

Á 2. hædd verður fundar- og undirvísingarhøli, køkur, skrivstovur, goymslurúm og wc.

Á 2. hædd verður eisini balkon, soleiðis at tað ber til at hyggja eftir kappingum, venjingum og øðrum í høllini av 2. hædd.

 

 

Tað eru Norcon og SH-Bygg sum hava høvuðsarbeiðstøkuna á innibygninginum, meðan Tangavirkið og MR-El eru veitarar av m.ø. hita, vatn og el.