Nú byrjar at síggjast eftir á økinum á Stórutrø har nýggur barnagarður verður bygdur, skrivar Miðvágs Kommuna á heimasíðu síni. Fundamenti undir umsitingarbygninginum er gjørt og eru menn farnir undir tað fyrsta av fýra fundamentum undir ansingarlonunum.
Fyrst í komandi viku koma teir serligu blokkarnir, sum nýtast skula til formar, men sum eisini eru isolering. Tá farast skal undir at seta hesar blokkar upp kemur ein íri at leggja lag á hjá stoyparunum. Tað hevur fyritøkum, sum ger arbeiði, valt, tí hetta er fyrstu ferð at slík bygging verður framd her á landi.
Tað er fyritøkan Dalsbø sp/f hjá Hans Magnussen í Sandavági sum gerð arbeiði, sum væntandi verður liðugt í februar.
Fimm fyritøkur góðu tilboð uppá stoypiarbeiðið, tilboðini lógu úr 6,1 til 8,2 mió. krónur.