Ferð er nú sett á byggingina av næmingaheimi til ítróttaháskúlan í Suðuroynni.
Staðsetingin er við Sandin í Vági.
Spakin varð settur í í apríl. Síðani varð grivið út. Nú verður planerað og so verður farið undir at byggja.
Bústaðir er byggiharri og Norcon í Vági byggir næmingabústaðin, sum Ítróttaháskúlin í Suðuroy kemur at leiga frá Bústaðir.
Í næmingaheiminum verða 24 kømur.