Nú er fyrireikandi arbeiðið til innkomuvegin frá Eysturoyartunlinum farið í gongd. Byrjað varð upp á arbeiðið seinnapartin í gjár.
Hesin parturin av arbeiðinum snýr seg um at gera ein arbeiðsveg og at savna data um undirlendið til vegin, sum skal nýtast til at flyta grótið úr tunlinum, sum verður gjørdur millum Marknagil og Villingadalsvegin.
Tað er Articon, ið stendur fyri arbeiðnum.
Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, setti hol á arbeiðið við eini stórari gravimaskinu hjá Articon.
Á myndunum frá Tórshavnar kommunu síggjast Heðin Mortensen, borgarstjóri, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, Jørgen Niclasen, ið sum fíggjarmálaráðharri undirskrivaði avtaluna um innkomuvegin við Tórshavnar kommunu, Jón Sigurdsson, stjóri á Articon og onnur umboð fyri Articon og umsitingina hjá Tórshavnar kommunu.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
















