Mikudagin var lisitatión á kommunuskrivstovuni í Sandavági.
Vága kommuna hevur boðið út arbeiðið at umvæla og gera broytingar á norðara enda av Nýggjavegi í Miðvági.
Fýra tilboð komu inn:
* Grevstur og Planering v/ Eggaba Andreasen (1.256.970,00 kr.)
* Sp/f Maskingrevstur v/ Allan H. Hansen (1.263.700,00 kr.)
* Erhard Dam (1.285.700,00 kr.)
* Sp/f Deskon v/ Dánial Johansen (2.809.382,40 kr.).
Umsitingin í Vága kommunu fer nú at kanna tilboðini og leggja tey fyri býráðið til støðutakan.
- Tað gleðir okkum, at hendan gamla verkætlanin við Nýggjavegi endiliga fer at koma á mál.
Lagt verður aftrat, at arbeiðið væntandi byrjar fyrst í komandi ári.











