Omanfyri sæst ein gomul upptøka frá 1954, har siglt verður framvið Hvannasundi og Norðdepli. Eisini er filmað á landi á Viðareiði, og í filminum síggjast bæði náttúra og fólk hendan góðveðursdag.
Hetta eru gamlar 8 mm litfilmsupptøkur, sum Gunnar Gunnarsson (1916-1992) tók upp á sumri í 1954. Til ber at síggja videobrotið við at trýsta á pílin á myndini omanfyri.