Gomul sjúka kyknað upp aftur

Klaksvíkingar vóru í gamla lagnum á heimavølli, har vágbingar vóru eftir brotsspark á sigurskós, áðrenn KÍ fimm minuttir undan leikloki fekk brotsspark og javnaði

Fótbóltur

Teir klaksvíkingarnir, sum undan VB vitjanini høvdu kensluna av, at tað eftir fullu úrtøkuna ímóti HB ikki fór at ganga heilt eftir vild hesa ferð, høvdu ta røttu kensluna.
Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevði tað eydnast VB at hava eitt stig við sær úr Klaksvík, og tað eydnaðist eisini hesa ferð.
Vágbingar høvdu fyrireikað seg væl, og teir hildu seg eitt hundrað prosent til tað, sum teir høvdu ætlað sær. Undantakið var kiksarin hjá málverjanum fimm minuttir undan leikloki. Tá gjørdi hann púra óneyðugt brotsspark, og tað hevði við sær, at KÍ javnaði, og at VB harvið ikki fekk fulla úrtøku.
VB uppskriftin var, at teir skuldu taka tað róligt og vera tættir og væl skipaðir. Í sambandi við deyðbóltsstøður nýttu teir ta tíðina, sum teir fingu loyvi frá dómaranum at nýta. Dan Djurhuus var einsamallur heilt á toppinum, og nýggi Nenad Zivanovic var aftanfyri hann. Á sentrala miðvøllinum var Evrad Ble serliga eyðsýndur. Milan Culic er altíð góður, og hesir, saman við Símuni Samuelsen á ytsta miðvallar plássinum í vinstru, stóðu fyri álopspartinum.
Tá ið VB hevði fingið fatur á bóltinum royndu teir viðhvørt at spæla skjótt. Langar sendingar inn um KÍ verjuna bóru fleiri ferðir vandamiklar støður við sær. KÍ verjan tóktist hesa ferð at hava hug til at flyta seg longri fram á vøllin, enn hon plagar at gera á heimavølli, og hetta bar pláss til VB spælið við sær.
Í 1. hálvleiki var eina ferð um reppið, at VB fekk mál. Símun Samuelsen gjørdist leysur, hann setti bóltin framvið KÍ málverjanum, sum kendi seg noyddan at leypa út, men á málstrikuni rakk Niclas Niclasen bóltinum og bjargaði.
Tá ið eitt korter var farið av seinna umfarinum endurtóku vágbingar somu resept. Aftur gjørdist Símun Samuelsen leysur, og aftur kendi KÍ málverjin seg noyddan at leypa út. Hesa ferð royndi VB maðurin at sneiða framvið KÍ málverjanum, sum setti beinið eftir bóltinum. Símun datt, dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og Milan Kuljic umsetti til mál.
Løtu seinni var um reppið, at Poul N. Poulsen, sum hesa ferð allar 90 minuttirnar var miðvallari í høgru, tók luftina úr. Eftir innlegg úr vinstru smekkaði hann til, og tað var vandamikið, men Mattias Samuelsen, sum KÍ venjarin hevði tikið framum Karstin Joensen, ið er komin fyri seg eftir skaðan, bjargaði væl.

Skeiva beinið fyri
Uppgerðin ímóti VB myndaðist soleiðis, sum klaksvíkingar ikki vilja hava heimadystirnar at gera. Tá ið tað ikki eydnast at fáa mál, so verður spælið meiri strongt, og tá ið mótstøðumenninir so fáa mál, kennist heimabrekkan uppaftur brattari og møðsamari.
Í fjør heil og hálvkiksaði tað seks ferðir á heimavølli hjá KÍ, og tað kostaði pláss í oddastríðnum, og tað eru fleiri dømi um, at fleiri javnleikir á heimavølli hava kostað KÍ meistaraskapin. Henda sjúkan spøkti sunnudagin fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum.
Um tað hevði havt eydnast KÍ at fingið mál, tá ið teir fyrstu løtuna høvdu tveir risa møguleikar, so hevði tað ivaleyst havt tikið seg heilt øðrvísi upp. Eftir tríggjar minuttir og aftur eftir eitt korter var Hjalgrím Elttør leysur á málteigar markinum, men báðu ferðirnar sendi hann við síðuna av málinum, og so var linjan løgd.
Saman við álopsspælarunum báðum hava miðvallararnir báðir í borðunum ógvuliga stóra ferð, men økið at renna á var lítið, og tað tóktist bera illa til við neyva og stutta samanspælinum og dragingunum og sneiðingunum, sum tað er neyðugt at duga í sovornum førum.
Fyri at skapa størri tyngd í vórðu báðir álopsmenninir skiftir út, men tað var kanska at rokna við ov nógvum frá ungu monnunum, Juliani Samuelsen og Kristoffuri Jacobsen, at teir skuldu loysa álopsknútin, sum var vorðin so fastur.
Tá ið fimm minuttir vóru eftir, veitti VB málverjin klaksvíkingum ta hjálpina, sum skuldi til. Kristoffur Jacobsen tóktist ætla at verja bóltin út til hornaspark, tá ið VB málverjin rendi hann um koll á baklinjuni og úti við brotsteigar markið. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og Atli Danielsen, sum ofta hevur sæð betri dagar enn hesa ferð, var tryggur úr ellivu metrum.
Síðstu løtuna kappaðist KÍ við klokkuna. Vágbingar megnaðu at halda tørn, og tað fegnaðust teir yvir, hóast teir kundu havt fingið alt, tá ið heimaliðið hvørki sýndi hugin, viljan ella styrkina, sum hevði nógv at siga, tá ið teir í fyrsta umfarinum fingu fult ímóti HB.