Gomul siðvenja hjá abba og ommu

Kendi rógvarin, Livar Nysted, heldur nýggjársaftan heima við hús í Hvannasundi, har øll familjan - eini 50 fólk tilsamans - koma til døgurða klokkan 17.

- At familjan savnast nýggjársaftan er eftirhondini ein gomul siðvenja, sum abbi og omma mín byrjaðu fyri meira enn fimmti árum síðan, sigur hann.

Livar keypir nakað av fýrverki, tí børnunum dáma væl at skjóta fýrverk.

Hann sigur, at í Hvannasundi er altíð eitt sera stórt bál nýggjársaftan, og í ár verður einki undantak.

- Í ár eru eisini fleiri gamlir bátar koyrdir í bálið, so tað verður nakað stórt. Vit fara helst ein túr at hyggja eftir bálinum, sigur Livar.

Kendi rógvarin sigur, at tað verður einki nýggjárslyfti frá honum.

- Eg gav mær eitt nýggjárslyfti í 2001, og tað stríðist eg við enn, leggur hann aftrat.

Um nýggjársynski, sigur Livar Nysted, at hansara vón er, at øll familjan fær eitt gott ár 2013.