Spyrjari ynskir at fáa at vita, hvat panelið, ið umboðar flokkarnir, fer at gera við málið. Katrin D. Jakobsen, Bill Justinussen og Bergtóra H. Joensen svara? Á Valfundinum í Sjónleikarahúsinum í kvøld er fundarsiðurin góður, og mangir fyrispurningar eru til ymsu valevnini.
Bill Justinussen lýsur eitt sambýlið av fjølbreðkaðum børnum í Eysturoynni, har átta brúkarar eru passaðir av sjey sjúkrahjálparum, og hvussu vánalig korini eru har.
- Tey renna um føturnar á hvør øðrum, og tað er ikki nøktandi. Bill vil fegin síggja at man ger ein størri innsats á hesum økinum.
Katrin D. Jakobsen og Bergtóra H. Joensen eru báðar á einum máli um, at tað er langt úti, at man noyðist at tosa um tílíkt á einum valfundi. ? Tað eigur at vera ein sjálvfylgja!!
Jógvan á Lakjuni tekur síðani orðið, og leggur dent á, at pengar eru settir av til at umvæla, og ymiskt, eisini byggjast av nýggjum, á Skúlanum á Trøðni.
Tó vil Jógvan á Lakjuni leggja dent á at nógv liggur á láni, men tó er tað ikki gloymt. Ætlanir eru um at betra um korini, og verður hann valdur inn aftur, fer hann at arbeiða sterkt fyri hesum, hetta lovar Jógvan á Lakjuni.
Valfundurin í Sjónleikarahúsinum er siðuligur, og spyrjarar í salinum koma til orðana, og dúgliga verður spurt. Valevnini eru sum vargar eftir mikrofonini.