Gomul hús í Havn eina millión upp um prísuppskotið

Eini hús á 82 fermetrar í Kákagøtu undir Ryggi í Havn, sum standa til sølu hjá meklarafyritøkuni Betri Heim, eru fyribils farin eina millión upp um ásetta prísuppskotið.

 

Meklarafyritøkan setti prísuppskotið til 2,2 milliónir krónur. Men nú er boðið komið upp á 3,2 milliónir krónur. Ognin er ikki seld enn, tí tað verður framvegis boðið upp á hana.

 

Talan er um eini hús frá 1820-unum. Húsini, sum eru í trimum hæddum, eru tilsamans 82 fermetrar. Tvey kømur eru í húsunum.

 

Húsini, sum vóru í sera ringum standi, vórðu høvuðsumvæld síðst í áttatiárunum. Forngripafelagið stóð fyri høvuðsumvælingini.