Gomul gáta loyst?

Tann 7. november í 1974 hvarv enski lordurin Lucan, samstundis sum tænastugenta hansara varð myrd og kona hansara álopin. Dagin eftir varð bilurin hjá lordinum funnin blóðdálkaður, og løgreglan ivaðist ikki í, at tað var lordurin sjálvur, sum hevði myrt tænastugentuna, og at tað var hann, sum leyp á konuna. .

Nú vil detektivurin og rithøvundurin Duncan MacLaughlin vera við, at lordurin rýmdi til India, tá hann hvarv, og at hann doyði har í 1996. Í einari nýggjari bók skrivar MacLaughlin, at lordurin fekk sær navnið Barry Halpin, og at hann búsetti seg í indiska býnum Goa í 1975.

Í bókini er ein mynd, sum ein annar onglendingur tók av Barry Halpin í 1991. Maðurin á myndini líkist sera nógv tí horvna lordinum, og myndatakarin hevur eisini greitt frá, at maðurin í Goa hevði júst somu vanar sum Lucan lordur.