Gomul ætlan verður fyrireikað í Vinnumálaráðnum

Hóast málið um eina nýggja pantskipan fyri dósir og fløskur hevur verið ein tungur burður í politisku skipanini, so liggur tað enn á borðinum í Vinnumálaráðnum

Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, í svari til fyrispurning frá partamanninum, Sámal Hanna Lognberg, sum hevur havt  sæti á tingi í nakrar dagar, og tá setti honum spurningin. Sámal Hanni er handilsmaður í Skopun, so hann kennir væl avbjóðingarnar við galdandi pantskipan.

Hann setti landsstýrismanninum hesar tríggjar spurningarnar:

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta pantiskipanina fyri móttøku av panti - fløskur og dósir?

2. Ber til at seta eina pantiskipan upp í hvørjari sókn í landinum?

3. Kann tað hugsast, at ein slík pantiskipan eisini tekur móti plasti yvirhøvur - og ikki bara fløskum og dósum?

Til fyrsta spurningin svarar landsstýrismaðurin, at Umhvørvis- og vinnumálaráðið er farið undir fyrireikandi arbeiði um panting av íløtum, sum skal gera tað lættari hjá borgarum at lata síni íløt inn og fáa pantið goldið aftur.

Og til spurning tvey svarar hann, at arbeiðið er komið ov stutt áleiðis at til ber at siga, um móttøka av pantíløtum verður í hvørjari sókn.

– Miðað verður tó eftir, at borgarin skal ikki vera noyddur at flyta seg ov langt fyri at sleppa av við síni pantíløt, svarar landsstýrismaðurin.

Og til triðja spurningin, sum er um móttøku av plasti, svarar landsstýrismaðurin soleiðis:

– Ætlanin er at tillaga lóggávuna soleiðis, at heimild verður at víðka pantskipanina til fleiri sløg av íløtum enn bara íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, sum galdandi lóggáva er avmarkað til. ES-krøv áleggja limalondunum at leggja pant á t.d. djús, saft, most o.a., so altjóða rákið er, at meira tilfar skal fáast innaftur til endurnýtslu við panti, sigur landsstýrismaðurin.

Nógv landsstýrisfólk hava undan Magnusi Rasmussen roynt at fingið eina hóskandi skipan við panti á fløskur og annað, men illa hevur gingist í hond. Tað eru ikki altíð tey stóru málini, sum eru trek at fáa í gjøgnum politisku skipanina – sum hetta lutvíst einfalda máli vísir okkum. Men málið er ikki slept, tað liggur á borðinum hjá landsstýrismanninum í vinnumálum.