"Triðju ferð er eydnunar ferð" verður tíðum sagt.
Hesi orð kann føroyska "Five a side" veteranlandsliðið taka til sín.
Aftaná 2-6 tap móti Noregi og 3-5 tap móti Danmark eydnaðist tað føroysku veteranunum at vinna 4-3 á Finnlandi, og harvið tryggja sær fyrstu stigini í innandura veteranlandsliðskappingini í Lærdalsøyri í Sogn og Fjordane í Noregi.
Todi Jónsson skoraði tvey mál í føroyska sigrinum á Finnlandi. Hinir málskjúttarnir hjá Føroyum vóru Christian Høgni Jacobsen og Allan Mørkøre.
Í morgin klokkan 13.15 spælir føroyska veteranlandsliðið móti Íslandi.
Líkt er til, at Noreg og Danmark fara at kappast um fyrsta plássið í bólkinum.
Danmark hevur vunnið 6-3 á Íslandi og 5-3 á Føroyum. Noreg hevur vunnið 6-2 á Føroyum og 5-1 á Finnlandi.
Lið | D | V | J | T | Mál | Stig |
---|---|---|---|---|---|---|
Noreg | 2 | 2 | 0 | 0 | 8 | 6 |
Danmark | 2 | 2 | 0 | 0 | 5 | 6 |
Føroyar | 3 | 1 | 0 | 2 | -5 | 3 |
Ísland | 1 | 0 | 0 | 1 | -3 | 0 |
Finnland | 2 | 0 | 0 | 2 | -5 | 0 |