Sprotin gevur fríggjadagin út bókina TEY SÓU REYTT, ið er søgan um víðgongda vinstravongin í Føroyum í kalda krígnum. Tað er Páll Holm Johannesen, sum hevur savnað søguna um kollveltingarsinnaða vinstravongin saman.
Í kjalarvørrinum av Vjetnamkrígnum og ungdómsuppreistrinum í sekstiárunum sprettir ein kollveltingarsinnaður vinstrivongur í Føroyum og í útisetaumhvørvinum í Keypmannahavn. Talan er um fleiri smáar rørslur, sum vilja kollvelta føroyska samfelagið. Onkur rørsla fer so langt, at hermegi ikki verður útilokað sum amboð at røkka málinum um sosialistiska tjóðveldið Føroyar.
Henda tíðin rúmar alt frá loyniligum undirgrundsfelagsskapum í Havn og mótmælisgongum í Mjørkadali til kommunistiskar lesiringar í Keypmannahavn og reyðar summarlegur í Noregi og á Múla.
TEY SÓU REYTT er søgan um ytsta vinstravongin í kalda krígnum. Søgan er bygd á um leið 100 samrøður við fólk, sum vóru virkin á føroyska vinstravonginum frá fyrst í sekstiárunum til 1990, tá ið tann kapitalistiski vesturheimurin hevði vunnið á tí kommunistiska Sovjetsamveldinum.
Fleiri høvuðspersónar í bókini, sum tá myndaðu kollveltingarsinnaða vinstravongin, sita í dag í leiðandi sessum í embætisverki, stovnum, vinnulívi og politiskum flokkum.
Bókin nemur eitt nú við spurningar sum:
Hví sláa føroyskir kommunistar manngarð um hópdrápsmannin Pol Pot í Kambodja?
Hví verða føroyskir útisetar settir í geglið eftir eitt mótmæli í Fólkatinginum?
Hví vilja 1200 føroyingar forða fyri, at sosialistiska barnabókin Kamrat Jesus verður týdd?
Hví er neyðugt hjá føroysku kommunistunum at klippa síða hárið og skeggið fyri at sleppa inn í kommunistisku fyrimyndina Albania?
TEY SÓU REYTT er 300 blaðsíður og kostar 198 krónur.









