Fyrsta FM kappingin millum gomlu manningarnar á 10-mannaførum - master kappingin sum tað verður rópt - er av, og Havnarbáturin hevur vunnið FM.
Talan er um kapping, sum fevnir um tríggjar róðrar, og Havnarbáturin hevur vunnið allar tríggjar kappingarnar.
Í dag var kappingin tøtt fyrsta teinin millum Havnarbátin og Skálabátin, men framvið Molanum tók munurin at økjast, og í endaspurtinum rann báturin hjá havnarmonnum rættuliga frá Skálabátinum.
Ormurin Langi var dygst aftanfyri Skálabátin, meðan tað vóru tvær bátslongdir aftur til Eysturoying, sum var so langt frammanfyri Hoyvíking.
1 Havnarbáturin 04:28.12
2 Skálabáturin 04:34.06
3 Ormurin Langi (RK) 04:35.05
4 Eysturoyingur 04:41.07
5 Hoyvíkingur 05:17.23
Endaliga støðan
1 Havnarbáturin 21 (FM)
2 Skálabáturin 18
3 Ormurin Langi (RK) 15
4 Eysturoyingur 8
5 Hoyvíkingur 3