G!Festivalur
Amazing Grace! So greitt kann tað sigast um framførsluna hjá The Holmes Brothers á G!. Bólkurin, sum hevur framført fyri forsetum og øðrum góðum fólki, vísti, at hann er ein av heimsins bestu blues- og gospelbólkum, og enn einaferð varð tað staðfest, at tað at spæla á spæliplássinum á G! als ikki er nøkur degradering, men eitt val, hvar tónleikurin riggar best. Spæliplássið var eitt fantastiskt stað at vera á, ta løtuna Holmesbrøðurnir spældu.
Løtan var intim, og kortini rokkut. Vøkur, men kortini festlig. Røturnar aftur til Robert Johnson og aðrar blues-undangongumenn hómaðust, men spæligleðin var egin, og hon ávirkaði áhoyrarnar á tí stúgvandi fulla spæliplássinum, sum dansaðu framman fyri pallin.
Umframt at spæla væl á ljóðførini, so var tað eisini ein fragd fyri oyra at hoyra tann tríraddaða sangin. Røddin hjá trummuspælararanum, Popsy Dixon, er verd at taka fram, men bluesrøddin og bassrøddin hjá ávikavist Wendell og Sherman Holmes fóru beint inn í hjørtuni.
Holmes Brothers góvu okkum ta ektaðu vøruna, og bæði feeling og spæl gingu upp í eina hægri eind.
The Holmes Brothers spældu annars í Føroyum í 1991, tá Jazz-, fólka- og bluesfestivalurin bjóðaði føroyingum góðan tónleik í Norðurlandahúsinum. Vónandi ganga ikki aftur hesaferð 15 ár, til vit hoyra teir í Føroyum, tí konsertin á spæliplássinum við The Holmes Brothers var uttan iva ein av teimum bestu á G! í ár.
Well, kanska hendan umrøðan er ein lovprísan frá einum gomlum blueselskara. Men sum teir sjálvir sungu, so er náðin stór. Amazing Grace! Feitt!










